Um Just EVs

Vit eru nú fleiri, sum eru farin yvir til el bilar í Føroyum. Bara her á Toftum, hetta seinasta árið, eru nú minst 4 el bilar, tað eg veit um.

El bilar hava ein vissan spenning í sær! Men har er ymiskt at umhugsa, tá ið tú stendur og skal velja millum ein bil við brennimotori ella einum elmotori ella eitt heilt triðja.

Í tilfarinum her á síðuni, fari eg at greiða eitt sindur frá, hvussu okkara royndir við elbilum hava verið higartil og gera nakrar stuttar frásagnir  um vanlig ting runt um ein elbil, sum t.d. hvussu tað er, at løða ein elbil o.a. Hetta er ætlað fólki, sum einki vita um elbilar sum so, og tí royni eg, at halda innsløgini so einkul sum møguligt og uttan fag úttrykk.

Alt tað sum eg leggi fram her, er bert gjørt úr mínari egnu fatan og mínum royndum. Eg veit væl, at enn havi eg nógv eftir at læra og skilja, og tí mugu tit umbera meg, um okkurt av tí eg sigi, ikki er 100%. Tit eru vælkomin, at skriva til mín, tá ið tit koma fram á slíkt, so skal eg royna, at rætta tað eg kann.

Hetta er ikki ein fag síða, til tað, kunnu tit vitja síðunar hjá SEV og Umhvørvisstovuna, har tit kunnu finna slíkar upplýsingar. Eisini er ein relevantur Facebook bólkur, sum eitur “El-Bilar í Føroyum”, har eru nógv ymisk innsløg og filmar á føroyskum, um ymiskt við elbilar at gera.

Eg eri ikki serfrøðingur innanfyri bilar ella el og havi einki tilknýti til bilaseljarar ella orkuseljarar. Høvuðsgrundin til, at eg eri farin í holt við hesa síðuna er, at eg havi fingið ótruligani nógva hjálp av, at lesa og síggja tað, sum onnur hava longu lagt á neti, sjálvboðin og ókeypis. Tí hugsaði eg, at tað kundi veri gott, at gjørt mítt lítla íkast til, at gera elbila vitan atkomiliga og relevanta á føroyskum.

Justin, juni 2019